Tíðindi: Shipping Ι 6. februar 2017
Shipping styrkir føroyska samfelagið
Reiðarafelagið fyri Farmaskip havt aðalfund

 

Fríggjadagin 3. februar hevði Reiðarafelagið fyri Farmaskip (RFF) aðalfund. Fyri vali á aðalfundinum stóðu Jens Meinhard Rasmussen, Gunnbjørn Joensen og Rúni V. Poulsen. Allir vóru afturvaldir.

Í ársfrásøgnini legði formaðurin, Jens Meinhard Rasmussen, m.a. dent á týdningin, sum henda vinnugrein hevur fyri føroyska samfelagið.

 

“Tøl hjá RFF vísa, at í 2015 var umsetningurin hjá limunum í felagnum millum 1,5 mia og 2 mia kr. Ein varlig meting er, at umleið helmingurin av hesum er frá tænastuútflutningi. Handilsskipaflotin stendur soleiðis fyri størsta føroyska útflutningsvirðinum aftaná fiskavørur, og er tí ein týdningarmikil partur av føroyska búskapinum.    

 

Í kanning, sum Hans Ellefsen í fjør gjørdi um inntøkur av FAS-skipanini, er niðurstøðan, at tann føroyska FAS-skipanin í 2014 gav tí almenna góðar 60 mió. kr. í eykainntøku, í mun til um eingin FAS-skipan var. Niðurstøðan er eisini, at FAS-skipanin tilsamans fyllir umleið 5 % av føroyska heildar-búskapinum (til samanbering fylla fiski- og alivinnan 17 %). Eisini er greitt, at nógv fleiri inntøkur kunnu vinnast burtur úr FAS-skipanini.

 

Kanningin tekur samanum soleiðis:

 

•             FAS skapar tí føroyska landskassanum munandi inntøkur

•             FAS skapar inntøkur, sum tann føroyski landskassin annars ikki hevði fingið

•             FAS er ein skipan í kapping –  menningarmøguleikar eru

•             FAS skapar arbeiðspláss við høgari spesialisering

•             Stórur vøkstur síðan 2011 – men vøksturin er minkaður tey seinnu árini

•             Økt avleitt virksemi síðan 2009

•             FAS er ein fongur fyri tað føroyska samfelagið – og kundi verið enn betri

 

 

Tað er sostatt ikki at ivast í, at føroyski handilsflotin er ein av avgjørdu vinnuligu styrkjunum í føroyska samfelagnum.”

 

Til ber at lesa alla nevndarfrásøgnina her. 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi