Tíðindi: KT- og Samskifti Ι 6. februar 2017
Samskifti ávarar ímóti “ókeypis” faldarum
Javnan er at frætta, at føroyskar fyritøkur verða lokkaðar at taka av tilboðinum um ókeypis faldara frá útlendskum veitara. Trupulleikin er bara tann, at einki her í heiminum er ókeypis.

 

Endamálið er einfalt. Útlendska fyritøkan, sum framleiðir faldararnar, skal bara hava ein lista við tínum veitarum "afturfyri". Hesir fáa so tað frálíka tilboðið at lýsa í tínum faldara – og her endar alt prát um "ókeypis".

 

Sølufólkini hjá fyritøkuni seta seg síðani – í tínum navni – í samband við tínar undirveitarar. Í byrjanini er tónin vinaligur og eggjar til samstarv og stuðul. Eydnast tað ikki, so verður tónin hvassari. Samskifti, vinnugreinafelagið hjá føroysku reklamuvinnuni, kennir til dømir, har veitarar enntá eru hóttir - óbeinleiðis skrivliga og beinleiðis munnliga.

 

Methøgir lýsingaprisir

Lýsingaprísirnir eru methøgir. Frá smáum 8.000 kr. fyri lýsing í visittkortstødd til 35.000 kr. fyri eina heilsíðulýsing. Í hesum prísdøminum er tað fyri at lýsa í 2.500 faldarum, sum eingin trygd er fyri nakrantíð verða sendir út. Til samanberingar kostar ein heilsíðulýsing í landsdekkandi føroysku bløðunum tað sama, sum ein "visittkortlýsing" í 2.500 faldarum. Sostatt stendur lýsingavirðið á ongan hátt mát við kostnaðin.

 

Við hesum vilja vit heita á allar okkara samstarvspartar um ikki at lata seg lokka av slíkum tilboðum.

 

 

Samskifti         

Niels Arge Galán, formaður

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi