Tíðindi: Ferðavinna Ι 13. februar 2017
Nú ber til at tekna seg til Ferðavinnustevnuna 2017
Opið er nú fyri tilmelding til Ferðavinnustevnuna 2017, sum verður hildin fríggjadagin 10. mars frá kl. 13.00.

 

Tað er á Ferðavinnustevnuni, at ferðavinnuárið verður skotið ígongd. Høvi verður at kunna seg um, hvat onnur hava á skrá í nýggja árinum og málið er, at farið verður heimaftur við nýggjum hugskotum og einum størri netverki enn frammanundan.

 

Ferðavinnustevnan er eitt tiltak fyri stór og smá í ferðavinnuni, stjórar sum starvsfólk, ferðavinnuáhugað sum ferðavinnuútbúgvin, roynd sum óroynd.

 

Tilmeldingarfreistin er mikudagin 1. mars 2017.

 

Melda til dagin og til veitsluna her.

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi