Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 20. februar 2017
Limatiltak fyri sjálvstøðug vinnurekandi
Kunning um arbeiðsloysisstuðul, barsilspening og sjúkradagpening

 

Hvussu er ein sjálvstøðugt vinnurekandi fyri, um viðkomandi gerst arbeiðsleys/ur, skal í barnsburðarfarloyvi ella verður raktur av sjúku? Ferð eftir ferð hevur tað víst seg, at ein sjálvstøðugt vinnurekandi ikki hevur verið var/ur við treytir og møguleikar í mun til hesi viðurskifti, fyrrenn ov seint er.

 

Mánadagin 27. februar kl. 15.00 – 17.00 skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag tí fyri kunningartiltakið í Vinnuhúsinum, har serligt ljós verður varpað á hesi viðurskifti í mun til sjálvstøðug vinnurekandi. Á kunningartiltakinum luttaka umboð fyri Arbeiðsloysisskipanina, Barsilsskipanina og fyri Almannaverkið. 

 

Tiltakið er ætlað sjálvstøðugum vinnurekandi, eigarum og stjórum í privatum fyritøkum í Føroya Arbeiðsgevarafelag ella undirfeløgum tess (Føroya Handverksmeistarafelag, Arbeiðsgevarafelagnum hjá Fíggjarstovnum í Føroyum, Reiðarafelagnum fyri Farmaskip ella Føroya Prentsmiðjufelag).

 

Tiltakið er bert fyri limir og er ókeypis. Vinarliga boðið tó frá luttøku á industry@industry.fo ella á 309900 áðrenn 24. februar.

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi