Tíðindi: Ferðavinna Ι 20. februar 2017
Ferðavinnustevnan verður á Hotel Føroyum
Opið er fyri tilmelding til Ferðavinnustevnuna 2017, sum verður hildin fríggjadagin 10. mars frá kl. 13.00

 

 

Samstarv er ein tann týdningarmesti tátturin í ferðavinnuni. Hetta vil Ferðavinnufelagið kasta ljós á á ársins Ferðavinnustevnu, sum verður hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin 10. mars.  Dagurin verður skipaður við einum dagtiltaki og veitslu um kvøldið, tá ið eisini heiðursbrøv verða handað.

 

Á Ferðavinnustevnuni verður høvi at kunna seg um, hvat onnur hava á skrá í nýggja árinum, og málið er at farið verður heimaftur við nýggjum íblástri og einum størri netverki enn frammanundan.  Tað er Ferðavinnufelagið í samstarvi við Visit Faroe Islands og Kunningarstovurnar, sum skipar fyri Ferðavinnustevnuni.

 

Steen Møller Christiansen, sum hevur fyritøkuna Open the World, og sum hevur drúgvar royndir í ferðavinnuni byrjar dagin við einum kveikjandi uppleggi,  sum eisini leggur lunnar fyri tí, sum síðani er á skránni.

 

- Dagtiltakið er frá kl. 13.00 – 17.00
- Veitslan er frá kl. 19.00 – 01.00

 

Tiltakið um dagin er ókeypis, og kostnaður fyri luttøku á veitsluni er kr. 375,- fyri limir og kr. 475,- fyri tey sum ikki eru limir í Ferðavinnufelagnum.

 

Ferðavinnustevnan er fyri øll, sum virka í ferðavinnuni. Stór og smá, roynd og óroynd.

Latum okkum skjóta ferðavinnuárið 2017 ígongd saman á Ferðavinnustevnuni tann 10. mars.

 

Tilmeldingarfreistin er 3. mars 2017. 

 

Melda til dagin og veitsluna her

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi