Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 27. februar 2017
Verkætlanarstuðul úr NORA
Umsóknarfreistin er 13. mars 2017.

 

Endamálið við NORA er at styrkja samstarvið í Norðuratlantshavi. Verkætlanarstuðulin, sum verður givin tvær ferðir árliga, er eitt av amboðunum til hetta. Partnarar í verkætlanini skulu vera úr í minsta lagi tveimum av teimum fýra NORA-londunum. NORA-londini eru Føroyar, Grønland, Ísland og Strandanoreg.

NORA kann stuðla við í mesta lagi 500.000 kr um árið í trý ár. Til ber tó eisini at søkja um smærri upphæddir.

 

Í virksemisætlan síni fyri árini 2017-2020 leggur NORA serliga dent á hesi øki:

 

- Skapandi ídnaður
- Grøn orka
- Lívbúskapur
- Burðardygg ferðavinna
- Kunningar- og samskiftistøkni
- Vælferðartænastur
- Trygd/tilbúgving á sjónum

 

Fyrra umsóknarumfar í 2017 er nú, og freisini at søkja er 13. mars.

 

Oyðiblað, mannagongdir og onnur kunning er á heimasíðuni hjá NORA www.nora.fo.

 

Kelda: www.nora.fo

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi