Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 6. mars 2017
ABF 06 skeið fyri handverksmeistarar
Føroya Handverksmeistarafelag skipar fyri skeiði í ABF 06 fyri limir felagsins tann 21. mars frá kl. 9.00 til 16.00 á Hotel Hafnia.

 

Skeið er bert fyri limir í Føroya Handverksmeistarafelag og kostar 500 kr. Tað er avmarkað pláss, og hvørt felag kann í mesta lagi tilmelda seks luttakarar.

 

Skeiðshaldari er Peter Andersen, chefjurist hjá danska Håndværksrådet, sum umboðar smáar og miðalstórar fyritøkur í Danmark. Peter hevur drúgvar royndir í ABF 06 og luttók í at gera føroysku útgávuna.

 

Freistin at melda til er týsdagin 14. mars l 12.00

 

Melda til her.

 

Spurningar kunnu sendast til marius@industry.fo ella við at ringja til Marius Thomassen á 739905.

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi