Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι 13. mars 2017
RFF undirskrivað semju við Fiskimannafelagið
Sostatt eru nú nýggir sáttmálar við tvey av teimum trimum manningarfeløgunum.

 

Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip (RFF), og Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, undirskrivaðu í gjár semju um teir tríggjar sáttmálarnar millum feløgini. Talan er um ein yvirskipaðan sáttmála fyri handilsskip og tveir sersáttmálar fyri frálandaskip.

 

Við semjuni verða sáttmálarnir longdir til 1. mars 2019 við ávísum broytingum. Eftirlønin hækkar 1. mars 2017 við 1 % til 9 % og aftur 1. mars 2018 við 1 %, so eftirlønin tá er á 10 %. Tilsaman hækka løn og eftirløn við ávikavist 2,2 % fyrra árið og 2,3 % seinna árið. Hetta er sama hækking, sum feløgini á privata arbeiðsmarknaðinum hava fingið í hesi samráðingarrunduni, og sama hækking, sum Maskinmeistarafelagið fekk í semjuni við RFF 20. februar í ár.

 

Samráðingarnar um sáttmálarnar millum RFF og Føroya Skipara- og Navigatørfelag eru enn ikki lidnar og halda fram í dag. 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi