Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 20. mars 2017
Sendistovur Føroya havt framløgu um teirra virksemi
Á kunningartiltaki fyri føroysku útflutningsvinnuni í farnu viku, kunnaðu sendifólk Føroya úti í heimi um teirra virksemi.

 

Føroyar hava sendistovu í Íslandi, Danmark, Bretlandi, ES og í Russlandi.

 

Í samband við, at føroysku sendifólkini eru í Føroyum, varð skipað fyri einum tiltaki, har vinnan fekk høvi at hitta sendifólkini. Sendifólkini løgdu fram, hvat sendistovurnar arbeiða við.

 

Somuleiðis kunnaðu sendifólkini um møguleikarnar, sum vinnan hevur at brúka tær tænastur, sum sendistovurnar veita. Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu ítøkiligu umstøðurnar á sendistovunum eru, men sendistovurnar í Íslandi og Danmark hava t.d. góðar møguleikar at hýsa fundum ímóti gjaldi.

 

Sendistovurnar átaka sær eisini at kanna og greina ítøkilig mál vegna vinnufyritøkur og hjálpa til at fáa sambond í lag. M.a. hevur føroyska sendistovan í London góð sambond við ymisk handilskømur, sum kunnu vera hent, tá samband skal skapast millum føroyskar og bretskar fyritøkur.

 

Vinnufyritøkur kunnu altíð venda sær til sendistovurnar við spurningum. Upplýsingar um sendistovurnar eru á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum

http://www.uvmr.fo/arbeidsoki/uttanrikisvidurskifti/sendistovur-foroya/

 

Á kunningartiltakinum greiddi sendimaður Føroya í Bretlandi eisini frá hvørja ávirkan Brexit kann fáa fyri føroyskan útflutning og um útflutning til nýggjar marknaðir.

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi