Tíðindi: Fiskivinna Ι 18. mai 2009
Símun heldur fram
Á nevndarfundi 5. mai skipaði nevndin í Føroya Ráfiskakeyparafelag seg við Símun P. Jacobsen sum formanni og Regin Mikkelsen sum næstformanni.

 

Føroya Ráfiskakeyparafelag hevði annars aðalfund 14. apríl har tveir nevndarlimir stóðu fyri vali. Joen Magnus Rasmussen (Tavan) varð afturvaldur, meðan Jógvan Gregersen (Vaðhorn) ikki stillaði upp aftur. Í hansara stað kom Regin Mikkelsen (Rainbow Seafood).
 
Hinir nevndarlimirnir í Føroya Ráfiskakeyparafelag eru Símun P. Jacobsen (Faroe Seafood), Páll Gregersen (Fiskavirkið) og Petur H. Mohr (Maru Seafood).
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi