Tíðindi: Oljuvinna Ι 24. august 2009
Prisurin á WTI olju sáttmálum høgur.
Prísurin á WTI oljufutures er í morgun 74,10 dollar/tunnu. Prísurin hevur ikki verið hægri teir seinastu 10 mánaðirnir.

 

Sáttmálar um keyp og sølu av olju til veiting í oktober eru vorðnir munandi dýrari teir seinastu 10 mánaðirnar.
 
Ein tunna av amerikansku WTI olju til veiting í oktober kostar í Asia í morgun 74,10 dollars. Hetta er 21 cent meira enn fríggjadagin, tá hon hækkaði við 1,3 prosentum.
 
Fleiri orsøkir eru til, at prísirnir á WTI futures eru øktir. Oljan verður keypt og seld í dollarum, og er hesin fallin. Harafturat eru vónirnar til heimsbúskapin bjartari nú, enn tær hava veri teir seinastu mánaðirnar.
 
Prísurin á WTI olju sáttmálum var hægstur tann 11. juli 2008, tá ein tunna kostaði 147,27 dollars, áðrenn prísurin fall niður á 32,40 dollars tann 19 desember í 2008.
 
Hetta er áleið hægsta støði síðani 21. oktober 2008.
 
Kelda: Bloomberg News
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi