Tíðindi: Fiskivinna Ι 26. oktober 2009
Neyvlýsing frá Ráfiskakeyparafelagnum
Føroya Ráfiskakeyparafelag ynskir hervið at neyvlýsa svar, ið Jacob Vestergaard gav Kára P. Højgaard í skrivligum fyrispurningi um m.a. útlendska arbeiðsmegi í føroysku flakavinnuni.

 

Á tingfundi hósdagin í farnu viku svaraði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, einum skrivligum fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, tingmanni, ið m.a. spurdi um, hvussu stórt talið er á útlendingum, ið starvast í fiskivinnuni á landi.
 
Í skrivliga svari sínum upplýsti landsstýrismaðurin, at Ráfiskakeyparafelagið metti leysliga, at talið av útlendingum er um 20% av samlaðu arbeiðsmegini í fiskaarbeiði á landi.
 
Hetta svar varð m.a. endurgivið í einari grein á Portalinum fríggjadagin, men av tí, at hetta ikki er heilt rætt, ynskir Ráfiskakeyparafelagið at lýsa hetta neyvari.
 
Ráfiskakeyparafelagið fekk herfyri ein stuttan fyrispurning úr Fiskimálaráðnum, ið ynskti at fáa eina leysliga meting í prosentum av, hvussu nógvir útlendingar starvast í flakavinnuni. Upplýst varð tíverri ikki, at metingin skuldi nýtast til at svara einum skrivligum fyrispurningi úr løgtinginum.
 
Í einari rímuliga skjótari vend fekk Ráfiskakeyparafelagið upplýsingar frá 10 virkjum, ið umboðað størsta partin av flakavinnuni. Við støði í hesum tølum bar til at siga, at umleið 18% av arbeiðsmegini vóru útlendingar, herav umleið 3% norðurlendingar. Gjørt var tó vart við, at hetta var ein grov meting, tí fleiri av útlendingunum vóru meira ella minni fastbúgvandi í Føroyum, og fleiri teirra vóru gift við føroyingum og høvdu búð í Føroyum í fleiri ár. Hetta síðsta kom tó ikki við í skrivliga svarið hjá landsstýrismanninum, og tí er ikki óhugsandi, at hetta kann skapa nakrar misskiljingar, tá tosað verður um útlendska arbeiðsmegi í føroysku flakavinnuni.
 
Í munnligu framløgu sínari av svarinum gjørdi Jacob Vestergaard tó vart við, at metingin um 20% ikki var røtt, tí Hagstovan hevði, eftir at skrivliga svarið varð orðað, latið neyvari tøl, ið vístu, at um danskir ríkisborgarar ikki vórðu taldir við, var rætta talið smá 10%.
 
Tíverri kom hetta tó ikki at standa í skrivliga svarinum, ið liggur á heimasíðuni hjá løgtinginum, ella í tí, sum varð endurgivið í greinini á Portalinum fríggjadagin.
 
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi