Tíðindi: Fiskivinna Ι 23. november 2009
Marin gransking í heimsflokki
Norðmenn vilja gerast bestu granskarar í heiminum innan marina gransking. Hetta verður gjørt m.a. við eini samstarvsavtalu millum Havforskningsinstituttet og Nofima, sum eru teir størstu granskingarstovnarnar í Noregi innan øki.

 

Endamálið við avtaluni er at kunna arbeiða við størru og kompleksari avbjóðingum, sum taka atlit til umsitingarlig og vinnulig áhugamál, tá granskað verður. Samstarvið er eisini grunda á, at vinnan og tað almenna skal fáa meira burturúr teimum pengum, sum verða játtaðir til gransking, skrivar NOFIMA m.a. á heimasíðu síni www.nofima.no.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi