Tíðindi: Oljuvinna Ι 7. desember 2009
Prísurin á olju hækkar eitt sindur
Prísurin á olju er í morgun nakað hægri, eftir at hava ligið á einum lágum støði teir seinastu mánaðirnar.

 

Orsøkin eru metingar um, at oljugoymslunrar, sum í løtuni eru størri enn miðal, fara at falla grundað á hækkandi eftirspurning, skrivar Bloomberg news.
Ein tunna av tí amerikansku WTI tilvísingaroljuni til levering í januar kostar í morgun 75,67 dollarar /tunnu -  tað er 20 cent meira enn fríggjadagin í seinastu viku, tá oljuprísurin fall 1,3 pct., ið er tað lægsta síðani miðjan oktober.
 
Kelda: RB-børsen
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi