Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 21. desember 2009
Milliardir at vinna
Í Danmark mælir Útbjóðingarráðið til, at útbjóðingar av almennum uppgávum verða kunngjørdar á einari felags heimasíðu. Mett verður, at vinningurin av hesum verður í minsta lagi fimm milliardir krónur.

 

Síðan 2007 hava danskar kommunur havt skyldu til at útbjóða keyp av vørum og tænastum, ið kosta meira enn 500.000 kr. Henda skylda hevur tó ongar ásetingar um, hvar ella hvussu útbjóðingin skal kunngerast. Tá uppgávurnar verða bjóðaðar út, fer hetta ofta bara fram á heimasíðuni hjá einstøku kommuni, og tað ger tað torført hjá fyritøkum at fáa yvirlit yvir, hvørjar almennar uppgávur verða útbjóðarar.
Í roynd og veru skulu privatar fyritøkur halda eyga við 98 ymiskum heimasíðum, um tær ynskja at vita, hvørjar kommunalar uppgávur verða bjóðaðar út. Sambært einari nýggjari kanning halda privatar fyritøkur, sum bjóða uppá almennar uppgávur, tí ikki at útbjóðingarskyldan hevur gjørt tað lættari at bjóða uppá almennar uppgávur.
Við at savna allar útbjóðingar á einum stað, ynskir eitt samt útbjóðingarráð nú at broyta hetta. – Vit síggja stórar møguleikar í at savna allar útbjóðingar saman. Samlaðu útbjóðingarnar hava eitt virði, sum er størri enn 50 milliardir kr., og ein frágreiðing hjá Kappingarráðnum vísir, at myndugleikarnir kunnu spara millum 10 og 20 prosent, um kappingin um almennu uppgávurnar økist. Tað er tí nógv at vinna, um kunngerðingin av almennu útbjóðingunum verður savnað á einum stað, soleiðis at størri kapping fæst um almennu uppgávurnar, sigur Henrik Friis, ið starvast hjá Dansk Industri. Hann vísir á, at 60 prosent av fyritøkunum, ið tóku lut í einari kanning hjá Útbjóðingarráðnum, svaraðu, at ein miðsavnað loysn fer at gera tað lættari at finna útbjóðingarnar. Og meira enn 45 prosent av fyritøkunum svaraðu, at tær fóru at bjóða uppá fleiri uppgávur.
Kelda: www.di.dk
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi