Tíðindi: Oljuvinna Ι 11. januar 2010
Oljuprísurin hækkar framvegis
Oljuprísurin hækkar í morgun. Ein tunna verður í morgun seld fyri 83,58 dollarar pr. tunnu.

 

WTI-oljan verður seld fyri 83,58 dollarar pr. tunnu í New York í morgun eftir eina hækking á 69 cent, meðan Brent oljan er hækka við 74 cent til 82,11 dollarar pr. tunnu.
 
”Tað eru fleiri tekin um, at kreppan er um at hæsa av og at búskapurin í USA er við at koma fyri seg aftur. Samstundis hevur tað verið kalt í USA, og hevur hetta eisini verið viðvirkandi til ein hækkandi oljuprís” sigur Ben Westmore, serfrøðingur við Bloomberg News.
 
Til samanberingar kann nevnast, at fyri góðum árið síðani var prísurin á WTI oljuni 36 dollarar pr. tunnu.
 
Kelda: Boersen/EPN/Stocklink.no
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi