Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 8. februar 2010
Handverkarar krevja loft á almenn tænastugjøld
Danska Handverksráðið krevur at eitt loft verður lagt á gjøldini fyri avgreiðslu av byggimálum, sum eru hækkað í nógvum donskum kommunum. Eisini í Føroyum er neyðugt, at vit ansa eftir líknandi gjøldum sum hesum, sigur Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag.

 

Nógvar danskar fyritøkur mugu gjalda størri og størri avgjøld til kommunurnar, og tað hevur elvt til stóra ónøgd, bæði hjá handverksmeistarum og teirra starvsfólkum.
Ein kanning millum limirnar hjá Handverksráðnum vísir, at 60 prosent av teimum spurdu hava merkt øktan kostnað fyri avgreiðslu av byggimálum. Hetta fær nú vinnufeløgini at krevja, at henda gongdin verður steðga.
Handverksráðið krevur, at gjøldini skulu avspegla veruliga kostnaðin av at avgreiða eitt byggimál, og ikki vera ein nýggj skattainnkrevjing hjá kommunum.
Kreppan í byggivinnuni hevur við sær, at talið av byggimálum er munandi fallið, og sambært Handverksráðnum kann tað vera ein av orsøkunum til at donsku kommunurnar hækka gjøldini, fyri á henda hátt at fáa meira pening inn.
”Í Føroyum gerst eisini alt meira vanligt, at kostnaður verður lagdur á tænastur frá almennum myndugleikum og stovnum og tí er umráðandi, at vit eisini ansa eftir, at hesi gjøld avspegla kostnaðin fyri avgreiðsluna og ikki gerast ein nýggjur vinnuskattur”, sigur Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi