Tíðindi: Inn- og Útflutningur Ι 22. februar 2010
Indonesia verður næsti stóri vakstrarmarknaðurin fyri útflutning
Hetta sigur Dansk Industri í DI Indsigt

 

Indonesia er klárt sum næsti stóri vakstrarmarknaðurin aftaná tey fýra BRIK-londini, Brasilia, Russland, India og Kina. Avbjóðingin fyri danskar útflytarar er sambært DI stór, tí Indonesia er tað landi í fría heiminum, sum Danmark hevur ringast fatur á, og langt aftanfyri lond sum Sri Lanka og Filippinirnar.
 
Indonesia hevur møguleika fyri at gerast ein av framtíðarinnar heilt stóru útflutningsmarknaðum á hædd við BRIK-londini. Indonesia er við einum fólkatali á 229 mill. fjórstørsta landi í heiminum og limur í G-20 menningarlondunum. Indonesia hevur havt ein árligan realvøkstur á 6 % seinastu trý árini, og hetta hevur havt við sær eina trífalding av BTÚ pr. íbúgva síðan 2001.
 
Kelda: DI Indsigt
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi