Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 22. mars 2010
Skeið í útbjóðingarlógini og ABF 06
Vinnunám arbeiðir í løtuni við at skipa fyri einum skeiði um útbjóðingarlógina og ABF06. Skeiðið verður eftir ætlan hildið yvir 2 dagar í viku 18.

 

Lýst verður nærri við skeiðinum um eina viku ella so, tá allir smálutir eru komnir uppá pláss. Á skeiðinum verður m.a. ein gjøgnumgongd av reglunum í útbjóðingarlógini og ABF06, og greitt verður frá hvat hesar merkja á gerandismáli. Kunnað verður eisini um dómar og avgerðir, sum hava tilknýti til útbjóðingarlógina og AB92, sum er grundarlagið fyri ABF06.
 
Skeiðleiðari verður Peter Andersen, sum er leiðandi løgfrøðingur hjá danska Handverksráðnum og fleiri ferðir áður hevur hildið skeið í Føroyum.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi