Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 7. juni 2010
Vænta tjúkkari ordrabøkur
Nýggj tøl frá danska handverksráðnum vísa, at smáar og miðalstórar fyritøkur í Danmark hava jaliga hugsan um komandi tríggjar mánaðirnar.

 

Handverksráðið, ið umboðar 20.000 smáar og miðalstórar fyritøkur, kannar hvønn ársfjórðing, hvat tílíkar fyritøkur meta um útlitini fyri komandi mánaðirnar. Nýggjasta kanningin vísir, at fyritøkurnar rokna við størri virksemi um tríggjar mánaðir enn í dag.  
”Tað er at fegnast um, at fyritøkurnar vísa eitt ávíst bjartskygni viðvíkjandi gongdini næstu tríggjar mánaðirnar. Ferð er umsíðir aftur við at koma á búskapin, og líkt er til, at smáu og miðalstóru fyritøkurnar eru til reiðar at fylgja við. Tá tað er sagt, er eftirspurningurin tó framvegis als ikki nøktandi,” sigur Jacob Thiel, leiðandi búskaparfrøðingur hjá Handverksráðnum.
Kelda: bygnet.dk
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi