Tíðindi: Virkisleiðsla Ι 7. juni 2010
DI: Stjórin avgerð ov lítið
Danskar fyritøkur hava nú so stórar trupulleikar við framleidninum, at tað er tíð fyri leiðsluna at taka harradømi yvir arbeiðsmannagongdunum aftur, heldur Dansk Industri, DI.

Danskir stjórar skulu í nógv størri mun fara frá skriviborðinum og niður í maskinrúmi, har teir skulu halda eitt vakið eyga við teimum mannagongdum, sum eru í teirra fyritøku.

Soleiðis ljóðar tilmæli frá DI, sum helst sær, at danskar fyritøkur bróta siðvenjuna við at útdelegera ábyrgdina fyri manngongdum, tilgongdum og framleiðslubetringum til starvsfólkini. Í staðin eigur leiðslan at verða nógv meira við í mannagongdum og hava betur eftirlit við starvsfólkunum. Hesin leiðsluháttur hevði sambært DI økt um framleidni í donskum fyritøkum.
Jens Kristian Jørgensen, framleiðslustjóri í DI, heldur ikki, at fyritøkur longur hava ráð til at eksperimentera við útdelegering av ábyrgd og teim feilum, sum kunnu verða ein fylgja av tí.
Hann vísir m.a. til fyritøkur í bæði Danmark sum USA og øðrum evropiskum londum, har tað tey seinnu árini hevur verið arbeitt nógv við stýring av mannagongdum og við LEAN-amboðum.
”Tað er soleiðis, at ovastu leiðslurnar í donskum fyritøkum hava havt tørv á at hava betur eftirlit við sjálvari fyritøkuni og við mannagongdunum. Tí hevur nógv verið gjørt við effektivistering og LEAN-mannagondir. Kanska er man farin ov langt í hina grøvina. Tað hevur eisini týdning at orka er eftir í teimum starvsfólkum, sum eru í fyritøkuni”, sigur stjórin í Mannaz, Jørgen Thorsell.
Steen Hildebrandt, serfrøðingur í leiðslu og professari á Handilsháskúlanum í Århus, heldur gongdina verða ódámliga. ”Kjakið er týdningarmikið, tí tað sær út til, at vit í Danmark hava eitt framleidnisfall. Men vit mugu ansa eftir óumhugsað at taka loysnir, sum kanska virka á styttri sikt, men sum í longdini bara styrka um eina keðiliga gongd, sum vit hava í donskum vinnulívi,” sigur Steen Hildebrandt
Steen Hildebrandt væntara, at ein meira stýrandi leiðsluháttur í longdini fer at fáa framleidni at falla. ”Tað ber ikki til at stýra seg til eitt høgt framleidni. Høgt framleidni verður ikki varandi fyrrenn starvsfólkini eru engageraði. Og engagement kann skjótt hvørva, um eyga verður hildið við einum alla tíðina. Um vit veruliga ynskja at hækka um framleidni, so eigur at verða byrjað í nevndini og ovastu leiðsluni og hyggja eftir strukturinum í fyritøkuni. Verður nóg væl arbeitt saman millum deildirnar, og er fyritøkan nóg nógv vend móti marknaðinum,” sigur hann.
Kelda: Berlingske Business
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi