Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 2. juni 2008
Handverkarar skulu nýta feittstift
Umframt hjálm, trygdarskógvar og oyravernd, verður feittstift skjótt eisini vanlig útgerð á donskum byggiplássum.

 

Orsøkin er, at ein kanning hjá ”Kræftens Bekæmpelse” vísir, at byggiarbeiðarar, sum arbeiða uttandura, eru í tvífalt so stórum vanda fyri at fáa krabbamein í varrarnar, sum onnur. Hetta kemst av ultraviolettu geislunum frá sólini.

 
Til tess at fyribyrgja krabbameini í varrunum, mælir ”Kræftens Bekæmpelse” til, at nýta feittstift við høgari sólverju. Í hesum sambandi skipar danska arbeiðsumhvørvisráðið fyri einum átaki, sum skal varpa ljós á henda vandan. Endamálið við átakinum er, at fáa feittstift til at vera ein sjálvsagdan lut, í neyðugu trygdarútgerðini hjá handverkarum. Átakið er júst byrja og heldur áfram allan juni mánaða.
(Kelda Ritzau)
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi