Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι 21. desember 2010
Sáttmálarnir fyri Posta og Føroya Tele longdir
Hækkingarnar eru á sama støði, sum teir sáttmálar, Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt í ár

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið skrivaðu í dag, 21. december 2010, undir nýggjar 2-ára sáttmálar fyri Posta og Føroya Tele. Sáttmálarnir eru galdandi frá 1. januar 2011 til 1. januar 2013.
Sáttmálarnir hava við sær eina lønarhækking á 1,25 % hin 1. januar 2011 og 2,37 % hin 1. januar 2012. Hækkingarnar eru sostatt á sama støði, sum teir sáttmálar Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt higartil í hesi samráðingarrunduni, sum byrjaði við arbeiðarasáttmálunum í vár.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi