Tíðindi: Oljuvinna Ι 2. mai 2011
Oljuvinnufelagið havt aðalfund
Eli Lassen er nýggjur limur í nevndini

 

Hósdagin 28. apríl hevði Oljuvinnufelagið aðalfund. Fyri nevndarvali stóðu Gunnbjørn Joensen, Anja Jacobsen, sum bæði vórðu afturvald, og Hjalmar Petersen, sum ikki ynskti afturval. Í hansara stað varð valdur Eli Lassen.
 
Nevndin sær sostatt soleiðis út: Magni Arge frá Atlantic Airways, Jostein Petersen frá Ingieniørvirkinum Jostein Petersen , Gunnbjørn Joensen frá Thor, Anja Jacobsen frá PAM Offshore og Eli Lassen frá Atlantic Supply Base.
 
Nevndin hevur ikki skipað seg.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi