Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 2. mai 2011
Aðalfundur verið í Føroya Handverksmeistarafelag
Aðalfundur hevur í farnu viku verið í Føroya Handverksmeistarafelag. Jón Danielsen stillaði ikki upp aftur til nevndarvalið, og í hansara stað varð Sjúrður Holm valdur.

 

Nevndin í felagnum sær nú soleiðis út:
 
Magnus Magnussen, formaður
Ólavur A. Olsen, næstformaður
Jens Kristian Haraldsen
Anskar Hansen
Sjúrður Holm
 
Í ársfrágreiðingini hjá felagnum varð m.a. víst á, at løngjaldingar í byggivinnuni eftir tveimum árum eru minkaðar við 21,5%. Innflutningurin av tilfari til byggivinnuna er eisini minkaður í stórum, og var í 2010 bert helvtina av tí, hann var í 2007.
 
Hetta er sama gongd, sum vit hava sæð í grannlondunum, har byggivinnan er minkað í stórum, serliga orsakað av fíggjar- og búskaparkreppuni. Í Danmark er byggivinnan sum heild framvegis svartskygd um framtíðina, men danska ráðgevaravinnan er tó bjartskygdari enn hon hevur verið seinastu 4 árini, tí ordrabøkurnar eru í vøkstri. Vónandi eitt tekin um framgongd fyri byggivinnuna sum heild.
 
Øll ársfrágreiðingin hjá Føroya Handverksmeistarafelag kann lesast á www.industry.fo.
 
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi