Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι 18. mai 2011
Tað er í lagið at brúka sáttmálan við Sjómannafelag Íslands
Viðmerking til lýsing hjá íslendskum fakfeløgum í íslendskum bløðum

 

Tey trý íslendsku fakfeløgini Sjómannasamband Íslands, AFL og ASI hava í dag lýsing í íslendskum bløðum, har mælt verður frá at lata sær lynda treytirnar í sáttmálanum millum Sjómannafelag Íslands og Reiðarafelagið fyri Farmaskip í sambandi við arbeiði umborð á Norrønu.
RFF hevur fyrr í tíðindaskrivum víst á, at Smyril Line fylgir omanfyri nevnda sáttmála og ger einki skeivt í mun til setanir av íslendskum starvsfólkum.
Tað er tí skeivt av bæði teimum føroysku fakfeløgunum og eisini teimum íslendsku at taka Smyril Line sum gíðsla í einum málið, sum mest av øllum ber brá av manglandi samskifti millum fakfeløg – í Føroyum, í Íslandi og landanna millum.
Ein kann hava mistanka um, at íslendsku lýsingarnar viðv. Norrønu eins nógv eru íkomnar orsakað av kapping ella ósemju millum fakfeløg í Íslandi. Heldur ikki í Føroyum eru fakfeløgini á einum máli um  hetta mál.
Tað hevði klætt bæði íslendsku og føroysku fakfeløgunum, um málið var tikið upp á rætta stað, tað er við RFF, áðrenn farið verður í fjølmiðlarnar við hesum. Eisini hevði tað klætt hesum fakfeløgunum, at tey settu seg inn í viðurskiftini á hesum serliga parti av arbeiðsmarknaðinum, tí altjóða arbeiðsmarknaðurin á sjónum hevur sereyðkenni, sum ikki eru kend á landi.
Fundur verður millum RFF og Føroya Fiskimannafelag um hetta málið, og tað er av alstórum týdningi, at hesir báðir partar sleppa at loysa knútin í friði, uttan at onnur fakfeløg leggja seg út í málið.
Sum áður víst á, so eiga ósemjur millum arbeiðsgevarafelag og løntakarafelag at vera greiddar í einari fakrættarligari skipan, og tað er ódámligt, at fakfeløg, sum ikki eru partar av ósemjuni, taka stig móti einum limi í RFF, uttan at tað er heilt greitt, júst hvar ósemjan er, og um nøkur møgulig loysn er á málinum.
Spælireglurnar, sum er galdandi, mugu fylgjast.
 
Kontakt:            Reiðarafelagið fyri Farmaskip
Annfinn V. Hansen, formaður,
telefon 239590
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi