Tíðindi: Havbúnaður Ι 23. mai 2011
Alivinna týðandi fyri Evropa 2020 málsetning og framtíðar matvøruframleiðslu
Havbúnaðarfelagið luttók 20.-21. mai á ársfundi í evropeiska alarafelagnum, FEAP, sum í ár varð hildin av norsku vertunum í Oslo. Á fundinum varð m.a. greitt frá Europe 2020 stevnumiðunum um at skapa størv og vøkstur.

 

Ein liður í at røkka 2020 stevnumiðunum er felags fiskivinnupolitikkurin hjá ES, CFP. Metingin á aðalfundinum varð, at veruligu menningarmøguleikarnir á fiskivinnuøkinum liggja í alivinnuni.
Sambært matvørustovninum hjá ST, FAO, so er framleiðsla av mati til heimsins fólk ein framtíðar avbjóðing. Alivinna er sostatt eisini ein týðandi liður í at loysa hesa avbjóðing við síni burðardyggu framleiðslu.
Á ársfundinum í Oslo vórðu evnir sum fiskaheilsa og nýtt ES regluverk á skrá. Í ES verður m.a. arbeitt við at endurskoða regluverkið á fiskivinnuøkinum. Umráðandi er at neyðug atlit verða tikin til alivinnuna, soleiðis at menningarmøguleikarnir í alivinnuni kunnu røkkast. FEAP fylgir hesum arbeiði og umboðar alivinnuna í hesum sambandi. ES er høvuðsmarknaðurin hjá føroysku alivinnuni, so tí er eisini umráðandi, at Havbúnaðarfelagið fylgir gongdini í tílíkum málum.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi