Tíðindi: Fiskivinna Ι 27. juni 2011
Fyrsta íslendska MSC-góðkenningin
Íslendski fiskaútflytarin Sæmark hevur sum tann fyrsta fyritøkan í Íslandi fingið MSC-góðkenning av sínum toska- og hýsufiskiskapi. MSC-merkingin kann nýtast sum prógv uppá, at fiskiskapurin er burðardygg ur í mun til tær treytir, sum Marine Stewardship Council setir.

 

Íslendska fiskivinnan hevur annars verið trek at fara undir MSC-sertifisering, men hevur í staðin nýtt eina serliga íslendska merking. Seinasta árið eru tó fleiri íslendskar fyritøkur og fiskiskapir farnir undir tilgongdina at vinna sær MSC-góðkenning. Sæmark søkti um MSC-góðkenning av fiskiskapinum seinast í apríl í fjør, og tilgongdin hevur sostatt tikið eitt gott ár.
 
Stjórin í Sæmark sigur orsøkina til, at fyritøkan er farin undir hesa tilgongd vera, at tað er ein vaksandi eftirspurningur eftir tí í marknaðinum. Stjórin væntar, at MSC-merkið kann nýtast til at stuðla uppundir søluna í teirra verandi marknaðum og gera tað lættari at koma inn á nýggjar marknaðir. Harumframt heldur stjórin, at ein merking ger tað lættari at kommunikera ein boðskap um burðardygd til keyparar.
 
Eisini føroyskir fiskaútflytarar kunnu staðfesta, at tað gerst alsamt truplari at selja fisk, sum ikki hevur eina góðkenning sum burðardygt veiddur. T.d. er sera torført at selja føroysku hýsuna til innkeyparar, og hon fer tí í stóran mun óvirkað av landinum.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi