Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 15. august 2011
Skeið í byggiløgfrøði
Vinnunám skipar mikudagin 7. og hósdagin 8. september fyri skeiði í byggiløgfrøði á Hotel Hafnia.

 

Tað kann hava stóran fíggjarligan týdning fyri eina verkætlan at hava neyðugu vitanina um rættindi og skyldur í s.v. ein byggisáttmála ella eina útbjóðing. Slík vitan kann í summum førum avgera, um fyritøkan vinnur ella missir pening uppá eitt arbeiði. Um byggiharrar og arbeiðstakarar hava hollan kunnleika til spælireglurnar kring ein byggisáttmála og eina byggiverkætlan kann tað harumframt gera samstarvið lættari hjá báðum pørtum.
Skeiðið krevur ikki nakrar serliga fortreytir, men er tó serliga ætlað teimum, sum eru við til at gera ella umsita byggisáttmálar, ella sum fáast við útbjóðingar innan bygging. Hetta kunnu t.d. vera handverksmeistarar, starvsfólk í byggi- og handverkarafyritøkum, ráðgevar og fyrisiting hjá byggiharrum. Onnur áhugað kunnu eisini luttaka á skeiðnum.
Skeiðshaldari verður Peter Andersen, ið er leiðandi løgfrøðingur hjá Håndværksrådet. Hann hevur drúgvar royndir at ráðgeva smáum og miðalstórum byggifyritøkum um ymiskar løgfrøðiligar spurningar í s.v. bygging.
Tilmeldingarfreistin er 26. august.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi