Tíðindi: Havbúnaður Ι 5. september 2011
Útflutningur av laksi fyrra hálvár 2011
Salmon.fo hevur greinað nýggjastu útflutningstølini hjá Hagstovuni fyri fyrra hálvár 2011.

 

Útflutningurin av laksi vaks 39% í virði og 30% í nøgd fyrra hálvár 2011 samanborið við fyrra hálvár 2010.
Eftirspurningurin úr USA eftir føroyskum laksi veksur alsamt. USA innflytur nú næstan ein triðing av føroysku laksaframleiðsluni. Hetta er meir enn dupult so nógv sum næst størsti marknaðurin, Týskland.
Umframt USA so vaks útflutningurin til Kina eisini nógv. Fyrra hálvár í 2010 útfluttu vit næstan onki til Kina, men nú er Kina 6. stórsti innflytarin av føroyskum laksi. Kina innflutti føroyskan laks fyri smáar 40 milliónir kr. fyrra hálvár 2011. Prísurin í Kina á alifiski hevur eisini verið støðugt høgur.
Fleiri hagtøl eru at síggja á Salmon.fo
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi