Tíðindi: Oljuvinna Ι 5. september 2011
Vánalig búskaparútlit lækka oljuprísin
Vánalig útlit fyri heimsbúskapin eru viðvirkandi til at oljuprísurin lækkar í morgun.

 

Nýggj arbeiðsmarknaðartøl frá USA vísa at talið av nýggjum arbeiðsplássum í august ikki vaks – sum man hevði rokna við. Partabrævaprísirnir eru falnir nógv tað seinastu tíðina og verður nógv gjørt burtur úr skuldarkreppuni og fallandi eftirspurningi í USA og Evropa. Fólk stúra generelt fyri heimsbúskapinum og tykjast útlitini ikki bjørt tey næstu árini, sigur Jonathan Barratt, forstjóri í Commodity Broking Services, til Bloomberg News.
 
Oljuprísurin er tískil eisini undir stórum trýsti. Ein tunna av amerikansku tilvísingaroljuni, WTI, kostaði á virðsbrævamarknaðinum í New York seinasta fríggjadag 85,67 dollarar fyri tunnuna. Prísurin er lækkaður 7 % síðani 31. januar, tá ein tunna kostaði 92,19 dollarar.
 
(Kelda: borsen.dk)
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi