Tíðindi: Fiskivinna Ι 5. september 2011
Tilvitaðar sølumiðstøðir í Evropa
Feløg sum selja fiskavørur til Evropa mugu fyrihalda seg til eina røð av ymiskum umhvørvisgóðkenningum og krøvum.

 

Krøvini koma frá sølumiðstøðunum, men henda økta tilvitanin er ikki orsakað av forbrúkarum, men orsakað av trýsti frá ymiskum feløgum, sigur granskingarstjórin Frode Nilssen í matgranskingarstovninum Nofima.
Innkeyparar krevja í størri mun skjalfestan, sum váttar, at vørurnar eru framleiddar sambært strongum umhvørviskrøvum. Tað er tó framvegis stór ógreiða um krøvini, sum eru ymisk í innihaldi.
Metingin ljóðar, at krøvini í framtíðini verða størri enn tey eru í dag. Og tað vil siga, at um sjómatvøruídnaðurin ikki fylgir við, so fer tað at kosta vinnuni munandi upphæddir í mistum marknaðarmøguleikum.
Les meiri. kyst.no
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi