Tíðindi: Havbúnaður Ι 8. november 2011
Takið atlit til alivinnuna
Havbúnaðarfelagið vil hervið heita á politiska myndugleikan um at taka atlit til karmarnar fyri alivinnuna nú arbeitt verður við at skipa samgongu.

 

Alivinnan er ein týðandi útflutningsvinna fyri Føroyar, og sæst tað týðiligt við, at í 2010 var laksur virðismiklasta einstaka útflutningsvøran hjá Føroyum yvirhøvur. Stórar avbjóðingar standa tó fyri framman, í og við, at prísurin í løtuni liggur undir framleiðslukostnað.
 
Úti í heimi verður alivinnan spádd góðar framtíðarmøguleikar, og mett at vera eitt ógvuliga týðandi íkast til avbjóðingina at framleiða nóg mikið av matvørum til heimsins íbúgvar.
 
Havbúnaðarfelagið heldur, at fleiri ábøtur kunnu gerast á karmarnar fyri føroyska alivinnu:
  • Vakstrarætlan eigur at gerast fyri alivinnuni við eitt nú at víðka verandi aliøkir, umframt at møguleikarnir fyri aling á opnum havi verða kannaðir víðari
  • Størri trygd eigur at vera veitt fyri aliloyvir, soleiðis at menningin av alivinnuni heldur fram
  • Greið avtala skal gerast við ES, so sleppast kann undan ákærum um dumping
  • Fyri at tað betur skal bera til at leggja alingina til rættis á firðunum, so eiga málsøkir av týdningi í hesum sambandi at yvirtakast. Her verður m.a. hugsað um siglingarleiðir á firðunum
  • Einkarrætturin hjá Apotekinum at selja heilivág til alivinnuna eigur at avtakast
  • Greiðar reglur eiga at ásetast fyri gjøld hjá tí almenna fyri tænastur og eftirlit
  • Alivinnan ynskir at vera javnsett við aðrar vinnur, tá ræður um skyldir og treytir, ið vinnan hevur
  • Alivinnan eigur at vera satsingsøkið fyri gransking
 
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi