Tíðindi: Fiskivinna Ι 5. desember 2011
Norðmenn hava fingið MSC-góðkenning til tosk og hýsu
Norðmenn hava fingið MSC-góðkenning av toska- og hýsufiskiskapinum.

 

”Norra er ein av størstu sjómatarveitarum globalt og síggja tað sum sína skyldu at umsita fiskastovnarnar burðardygt,” sigur Ingrid Dahl Skarstein frá Eksportutvalget for Fisk.
MSC-góðkenningin merkir, at norðmenn nú eru leiðarar innan umhvørvismerking av burðardyggum fiskiskapi. Umframt góðkenningina av toska- og hýsufiskiskapinum, hava norðmenn eisini MSC-góðkenning av upsa-, silda- og markelfiskiskapinum.
Samlaða toskakvotan í Barentshavinum er 751.000 tons í 2012. Toskastovnurin í Barentshavinum er í sera góðum standi og gýtingarstovnurin er sera stórur. Kvotan av hýsu er 318.000 tons.
Fokusi á marknaðinum á burðardyggan fiskiskap er ongantíð so stórt sum nú, m.a. orsaka av, at ES hevur stórar avbjóðingar við manglandi burðardygd í fiskiskapinum.
”Norska fiskivinnan hevur nú møguleikan at brúka MSC-logo á fiskavørunum, men hetta er ein frívillig skipan” sigur Karin Olsen frá Eksportutvalget for Fisk. Góðkenningin merkir, at keyparar kunnu verða vísir í, at norskar fiskavørur koma frá burðardyggum fiskastovnum.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi