Tíðindi: Inn- og Útflutningur Ι 16. januar 2012
Vantandi likviditetur ein forðing fyri vøkstri
Føroyskar fyritøkur uppliva í alt størri mun, at vantandi atgongd til likviditet er ein forðing í tí dagliga rakstrinum.

 

Harvið er atgongdin til likviditet eisini ein forðing fyri, at fyritøkurnar kunnu økja um virksemið og harvið skapa tann búskaparvøkstur, sum er so neyðugur fyri at vit kunnu skapa nýggj arbeiðspláss í Føroyum. Eisini sunnar fyritøkur við avlopi á rakstrinum síggja, at atgongdin til likviditet forðar fyri nýggjum hugskotum og menning av verandi framleiðslu.
Hetta er ikki eitt serføroyskt fyribrigdi, tí eisini fyritøkur í okkara grannalondum og aðrastaðni í Evropa merkja, at tað er vorðið torførari at fáa fígging til íløgur og til dagliga raksturin. Sostatt vísir ein frágreiðing frá danska Erhvervs- og vækstministeriet, at atgongdin til kapital hjá donskum fyritøkum er vorðin verri, serliga hjá smáum og miðalstórum fyritøkum. Harumframt eru enn ikki útlit til betringar, tí herd krøv til fíggjarstovnar fara væntandi at viðføra, at atgongdin til kapital uppá stutt sikt verður uppaftur verri.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi