Tíðindi: Havbúnaður Ι 23. januar 2012
Vænta prísfall á laksi
Á Sjømatdagene 2012, sum júst hava verið hildnir í Tróndheimi, sigur Pål Aandal ráðgevi í Eskportutvalget for Fisk, at vandi er fyri, at prísirnir á laksi fara at falla munandi í framtíðini.

 

Grundarlagið undir spádóminum hjá Eksportutvalget for Fisk er at roknað verður við, at prísirnir á laksi komandi tíðina fara at hækka aftur orsaka av minkandi útboði og at marknaðurin orsaka av hesum vil venda sær frá laksi.
Pål Aandal sigur at, ”klára laksa framleiðandi londini ikki at økja um framleiðsluna komandi tíðina, fer prísurin at hækka munandi. Hetta fer at gera, at vanligi brúkarin vendir sær frá at keypa laks og laksur fer í staðin at gerast ein vøra fyri tey fáu. Fyri at steðga hesi gongd má framleiðslan økjast og spurningurin er, hvussu hetta skal gerast?”. Somuleiðis verður víst til eina kanning, sum Eksportutvalget for Fisk hevur gjørt, sum kemur til ta niðurstøðu, at í 2020 fer globali eftirspurningurin eftir laksi  at gerast tríggjar milliónir tons og sjálvt um Kili økir sína framleiðslu til 700.000 tons komandi árini, vilja 900.000 tons av laksi mangla á marknaðinum. Og spurningurin er tí, hvør skal framleiða hesa nøgd”.
Pål Aandal sigur eisini, at ”roknast kann við, at henda støða førir við sær eina munandi hækking í prísinum, sum uppá stutt sikt fer at geva vinning, men í longdini fer hetta at føra til broytingar í nýtslumynstrinum, sum vil geva prísfall” (Kelda: www.intrafish.no).
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi