Tíðindi: Havbúnaður Ι 6. februar 2012
Hagreiðing og góðska á alifiski
Á aliráðstevnuni, sum verður 24. februar 2012 verður hagreiðing og góðska á alifiski eisini á skránni. Tríggir av fyrilestrunum á aliráðstevnuni verða um handfaring og hagreiðing av alifiski, fyri at trygga bestu góðskuna á lidnu vøruni.

 

Åse Espmark granskari frá norska granskingarstovninum Nofima kemur at halda fyrilestur um, hvussu handfaringin av alifiski skal fara fram, tá fiskur verður pumpaður og handfarin annars, uttan at laksurin verður strongdur og tað gongur út yvir heilsuna og góðskuna.
 
Turid Mørkøre granskari frá Nofima kemur at greiða frá, hvussu laksur skal handfarast uttan, at tað gongur út yvir fastleikan á laksinum.
 
Lena Leivsdóttir, sum starvast hjá Hordafor, kemur at halda fyrilestur um hagreiðing og nýtslu av restrávøru frá alifiski.
 
 
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi