Tíðindi: Havbúnaður Ι 19. mars 2012
Laksaprísurin stabilur
Prísurin á feskum laksi heldur sær og roknað verður við einari lítlari øking hesa vikuna, sigur Kolbjørn Giskeødegård, greinari í Nordea.

 

Sjálvt um nøgdirnar av laksi til marknaðin eru vaksnar, sær marknaðurin út til at halda sær, sigur Kolbjørn Giskeødegård, greinari hjá Nordea. Seinastu viku var trýst á prísinum og hann fall nakað, men væntað verður, at hesa vikuna kvinkar prísurin uppaftur ímóti 28 norskum kr. pr. kg.
Giskeødegård vísir eisini á, at útfluttu nøgdirnar av alifiski frá Noregi eru 30 % hægri um vikuna enn somu tíð í 2011. Harafturímóti er prísurin 30% lægri enn somu tíð í 2011.
(Kelda: www.kyst.no)
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi