Tíðindi: Inn- og Útflutningur Ι 26. mars 2012
Vinnan viðgjørdi møgulig ES tiltøk
Fríggjadagin seinnapartin var fundur í Vinnuhúsinum í sambandi við tey tiltøk, sum ES møguliga fer at seta í verk ímóti føroyskum útflutningi.

 

Á fundinum greiddi Andras Kristiansen, samráðingarleiðari í føroysku samráðingarnevndini, frá teimum føroysku krøvunum í makrelmálinum, og hvussu samráðingarnar higartil hava háttað seg. Síðani greiddi Herálvur Joensen, leiðari á Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni, frá uppskotinum, sum í løtuni er til viðgerðar í ES-tinginum.
Upprunaliga uppskotið frá ES-nevndini rakar bert felags fiskastovnar, sum ikki verða fiskaðir burðardygt. Í hesum føri merkir tað, at tiltøkini frá ES bert raka útflutning av makreli. Hetta er sjálvsagt ein bági fyri tey, ið útflyta makrel, men bert ein lítil partur av makrelinum fer á evropeiska marknaðin. Skaðin er tí avmarkaður.
Men limir í fiskivinnunevndini í ES-tinginum hava eisini sett fram broytingaruppskot, sum bannar øllum innflutningi av fiskavørum úr londum, sum ikki veiðir felags fiskastovnar burðardygt. Hetta hevði sjálvsagt rakt føroyskan útflutning sera meint, tí hetta merkir, at hvørki laksur ella hvítfiskur hevði sloppið á evropeiska marknaðin.
Tey flestu meta, at tað meira víðgongda broytingaruppskotið ikki verður samtykt, tí at tað greitt er í stríð við reglur í WTO-sáttmálanum, men hetta kann kortini ikki heilt útilokast. Tí er hetta eitt mál, sum útflutningsvinnan tekur í størsta álvara.
Tó er greitt, at hetta uppskotið verður samtykt í onkrum líki. Spurningurin er bert, hvussu víðgongt tað verður. Uppskotið, sum nú er til viðgerðar í ES-tinginum, verður neyvan samtykt fyrr enn í heyst.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi