Tíðindi: Oljuvinna Ι 28. august 2008
Stórur áhugi fyri føroyska básinum á ONS í Stavanger
Týsdagin byrjaði stóra oljumessan, Offshore Northern Seas, í Stavanger. Eins og undanfarin ár er føroyskt vinnulív við á messuni við felags bási.

 

Luttøkan hjá føroysku fyritøkunum hevur verið væleydnað, og nógv virksemi hevur verið á básinum hesar dagarnar. Umframt fyritøkur, sum hava verið við á oljumessu í fleiri ár, eru eisini nýggjar fyritøkur við á messuni.
 
Í gjár vitjaði landsstýrismaðurin í tilfeingismálum, Tórbjørn Jacobsen, básin saman við aðalstjóranum og stjóranum á Jarðfeingi. Landsstýrismaðurin nýtti høvi at heilsa upp á luttakararnar og kunna seg um virksemið hjá føroysku fyritøkunum, sum eru virknar í altjóða oljuídnaðinum.   
 
Samstundis, sum oljumessan verður hildin, er Stavanger býur karmur um stórt mentunartiltak. Fastur táttur á skránni er m.a. konsert fyri innbodnum gestum sama kvøld, sum oljumessan letur upp. Lena Andersen var boðin at taka lut á konsertini, sum var hildin í stórfingna Stavanger Konsertsal. Lena, sum var einasta útlendska navnið á skránni, hevði eina sera væleydnaða framførslu.
 
Sum partur av luttøkuni á oljumessuni skipaðu luttakandi fyritøkurnar - saman við Tórshavnar Kommunu og Runavíkar Kommunu - í gjárkvøldið fyri móttøku umborð á sluppini Westward Ho, sum, eins og undanfarin ár, liggur við bryggju í Stavanger, meðan oljumessan er. Móttøkan var sera væl eydnað, og góður matur - kryddraður við tónleiki - setti sín serliga dám á kvøldið, har nógv fólk nýttu høvi at vitja sluppina og teltið, sum Tórshavnar kommuna og Runavíkar kommuna hava á keiøkinum í Stavanger í sambandi við oljumessuna. Atlantic Airways og Smyril Line eru eisini partur av teltinum saman við Sirri, sum selur pløgg frá føroyskum sniðgevum. Í teltinum eru eisini tónleikaframførslur við Hanus G. Johansen, Lenu Andersen og Crawling Blue og Una Debess Reinert.
 
Luttøkan hjá føroysku fyritøkunum í Stavanger er samskipað av Oljuvinnufelagnum og SamVit. Fyrireikararnir fegnast um nógvu vitjanirnar á básinum og um, at alt fleiri fyritøkur eru áhugaðar í at taka lut á messuni, soleiðis at talið av fyritøkum er størri enn undanfarin ár.  
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi