Tíðindi: Inn- og Útflutningur Ι 29. mai 2012
Verkætlanin “Keypið Føroyskt” av bakkastokki
Føroyskar framleiðslufyritøkur hava tikið seg saman um felags marknaðarføring av føroyskum gerandisvørum.
Endamálið við verkætlanini er við marknaðarføring av føroysku vørunum at skapa størri eftirspurning og soleiðis sølu av føroysku vørunum. Endamálið er eisini at skapa vøkstur og økt kappingarføri hjá fyritøkunum, umframt at hetta helst vil geva útflutningsmøguleikar uppá longri sikt.
 
Á henda hátt ætla fyritøkurnar at skapa grundarlag fyri støðugari og helst fleiri arbeiðsplássum kring landi.
 
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi