Tíðindi: Oljuvinna Ι 8. september 2008
Heystting í Oljutinginum
Evnið á Heysttinginum er oljuprísurin.

 

Røðarar á heysttinginum verða Richard Hardman og Magni Laksáfoss. Richard Hardman er nevndarlimur í Atlantic Petroleum UK Ltd. og hevur 35 ára royndir í at leita eftir kolvetni í Norðsjónum. Magni Laksáfoss er búðskaparfrøðingur og fyrrverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum.
 
Oljuprísurin er nógv hækkaður tey seinastu árini, og tað hevur verið nógv tosað um, hvat vit kunnu vænta okkum av oljuprísinum í framtíðini, og hvørjar avleiðingar av einum høgum oljuprísi kunnu vera. Við støði í teirra fakligu bakgrund og royndum, fara Richard Hardman og Magni Laksáfoss at gera sínar metingar av, hvat vit kunnu vænta okkum av oljuprísinum í framtíðini.
 
Heysttingið verður týskvøldið 16. september 2008 kl. 19.00 á Hotel Føroyum. Limir í Oljutinginum skulu boða frá luttøku í seinasta lagi 15. september í Vinnuhúsinum á telefon 309900 ella umvegis teldupost: industry@industry.fo
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi