Tíðindi: Fiskivinna Ι 21. januar 2013
Bíligari toskur kann økja um marknaðarpartin í Evropa

Toskakvotan í Barentshavinum økist við 33% í 2013, og toskaprísirnir kunnu tí væntast at falla. Um prísurin á toski minkar, fer tað sambært evropeiskum innkeyparum at viðføra, at evropeiski brúkarin fer at velja tosk framum onnur bíligari fiskasløg, so sum Pangasius.

 

Einstakir innkeyparar meta víðari, at toskur kann verða valdur framum laks og hýsu. Hóast eftirspurningurin eftir laksi er stórur, kann minkandi útboð av laksi uppá stutt sikt føra til,  at toskur verður valdur í staðin. Hýsukvotan minkar munandi í mun til árið fyri, og tí kann toskurin sannlíkt fylla ein part av minkandi útboðnum av hýsu.

 

Kelda: Intrafish


Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi