Um Vinnuhúsið

Kjarnin í virkseminum hjá øllum feløgunum í Vinnuhúsinum er at tryggja, at føroyskt vinnulív hevur teir bestu møguleikarnar fyri at kappast, mennast og framleiða. Við samráðingum og sáttmálum tryggjar Føroya Arbeiðsgevarafelag samstundis góðar og støðugar arbeiðsmarknaðarkarmar fyri vinnuna.

Vinnuhusid 1

Starvsfólk

Niels Winther
Niels Winther
Stjóri
739906
Jórun Gardar
Jórun Gardar
Ráðgevi/Varastjóri
739913
Bára Gunnarsdóttir
Bára Gunnarsdóttir
Ráðgevi
739903
Marius Thomassen
Marius Thomassen
Ráðgevi
739905
Súsanna Berg
Súsanna Berg
Ráðgevi í burðardygd
739914
Alvi Hjelm
Alvi Hjelm
Ráðgevi
739908
Øssur M. Dalbúð
Øssur M. Dalbúð
Ráðgevi
739911
Mikkjal Joensen
Mikkjal Joensen
Fíggjarleiðari
739904
Jórun Danielsen
Jórun Danielsen
Samskipandi skrivari
739909
Rúna Durhuus
Rúna Durhuus
Týðari
580503
Páll Holm Johannesen
Páll Holm Johannesen
Ráðgevi/greinari
739915

Hvat er Vinnuhúsið?

Vinnuhúsið er felagsheitið fyri virksemið hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, limum tess og teimum vinnugreinafeløgum, sum eru knýtt at Vinnuhúsinum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag rekur Vinnuhúsið, og nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur yvirskipaðu ábyrgdina av virkseminum í Vinnuhúsinum. Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sett stjóra at taka sær av dagliga rakstrinum.

Nevndirnar í vinnugreinafeløgunum hava ábyrgdina av virkseminum hjá vinnugreinafeløgunum og seta út í kortið tey mál, sum feløgini arbeiða við. Vinnugreinafeløgini hava avtalu við Føroya Arbeiðsgevarafelag um at hava skrivstovu í Vinnuhúsinum og hvørjar uppgávur starvsfólk hjá Føroya Arbeiðsgevarafelagi skulu loysa fyri tey.

Fyrispurningar til Føroya Arbeiðsgevarafelag og vinnugreinafeløgini skulu setast til starvsfólkið í Vinnuhúsinum.

Eisini eru onnur feløg, sum leiga skrivstovu í Vinnuhúsinum. Í løtuni leiga Reiðarafelagið og Felagið Nótaskip skrivstovupláss í Vinnuhúsinum. Sostatt er øll privata arbeiðsgevarasíðan at hitta í Vinnuhúsinum á Óðinshædd.

Lesandi

Tað er sera týdningarmikið, at næmingar og lesandi í Føroyum og uttanlands knýta bond til føroyska samfelagið. Næmingar og lesandi eru tí vælkomin at venda sær til Vinnuhúsið um vegleiðing og hjálp í sambandi við uppgávur, serritgerðir og annars um áhugi er fyri at arbeiða við evnum, sum hava týdning fyri føroyskt vinnulív.

Eisini eru undirvísarar vælkomnir at seta seg í samband við Vinnuhúsið, um áhugi er fyri at vitja Vinnuhúsið og fáa kunning um eitthvørt vinnuligt evni.

Stuðul

Feløgini í Vinnuhúsinum fáa fitt av fyrispurningum um stuðul – lestrarstuðul, námsferðir og stuðul til ymisk tiltøk. Tí hava vit gjørt greiðar leiðreglur viðvíkjandi stuðli.

Feløgini í Vinnuhúsinum veita sum høvuðsreglu ikki stuðul av slíkum slag. Feløgini eru áhugafeløg, sum eru fíggjað við limagjaldi, og hesin peningur skal brúkast til rakstur og verkætlanir hjá feløgunum. Tað er upp til einstøku fyritøkurnar, hvørt tær vilja stuðla tiltøkum, verkætlanum ella fólki undir útbúgving.

Feløgini kunnu tó í heilt serligum førum, tá talan er um vinnumennandi verkætlanir, veita ávísan stuðul.

Lýsingar

Vinnuhúsið sendir ikki lýsingar/reklamur og tílíkt tilfar út til limirnar í feløgunum.

Undir reklamur koma t.d. lýsingar av vøru frá ávísum veitara og lýsingar av tiltøkum, sum feløg uttanfyri Vinnuhúsið skipa fyri.