Ferðavinnustevnan 2024

Árliga Ferðavinnustevnan verður á Hotel Føroyum fríggjadagin tann 8. november.

04. mars. 2024 | Tiltak | Ferðavinna

Á stevnuni verða aftur í ár ársins ferðavinnufólk, ársins eldsál og ársins nýbrot kosin.


Ferðavinnustevnan verður sum vant skipað við ráðstevnu um dagin og veitslu um kvøldið, tá eisini heiðursbrøv í ferðavinnuni verða handað.

Tað er Ferðavinnufelagið sum skipar fyri Ferðavinnustevnuni.

Skráin verður kunngjørd seinni.

Boðað verður frá, tá ið møguligt verður at tekna seg til Ferðavinnustevnuna.

Annað á breddanum

  1. Semingsuppskotið havnað

    Semingsmaðurin, Terje Sigurðsson, legði í nátt kl. 01:05 semingsuppskot fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

    11. Mai. 2024 | Ferðavinna
    Vinnuhusid 4
  2. Semingsstovnurin hevur lagt semingsuppskot fram

    Semingsmaðurin Terje Sigurðsson legði í nátt kl. 01.10 semingsuppskot fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini.

    11. Mai. 2024 | Burðardygd
    Mynd
  3. Nevndin í Handilsvinnufelagnum hevur skipað seg

    Mikudagin tann 24. apríl var aðalfundur í Handilsvinnufelagnum. Bergur R. Dam Jensen, Gunnar Mohr og Eyðvør Berg stóðu fyri vali, og vóru tey øll afturvald av aðalfundinum.

    06. Mai. 2024 | Handverk og ídnaður
    Nevndin Í Handilsvinnufelagnum