Depositphotos 186365950 XL

Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini hava handað krøv

25. mars. 2024 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini eru byrjaðar, tá partarnir fríggjadagin 22. mars handaðu hvørjum øðrum krøv.

Komandi samráðingarfundur verður hósdagin 4. apríl.

Føroya Arbeiðsgevarafelag samráðist um 40 sáttmálar á privata arbeiðsmarknaðinum við umleið 20 fakfeløg. Samráðingarnar við arbeiðarafeløgini eru tær fyrstu í komandi samráðingarumfari hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Sáttmálarnir við tey fimm arbeiðarafeløgini ganga út 1. mai 2024.

Til ber at lesa meira um samráðingarnar her: https://www.industry.fo/radgeving/sattmalasamradingar

Annað á breddanum

  1. Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úrslitið

    24. Apríl. 2024 | Shipping
    HBF LOGO
  2. Samskifti havt aðalfund

    Hósdagin 18. apríl var aðalfundur í Samskifti

    22. Apríl. 2024 | KT- og samskifti
    Bára Vika 19
  3. Pantskipanin skal bæði vera smidlig og effektiv

    Ein pantnevnd skal tryggja, at pantskipanin er so effektiv sum gjørligt, heldur Handilsvinnufelagið

    22. Apríl. 2024 | Burðardygd
    IMG 0235