Í farnu viku hevði KT-felagið aðalfund. Eftir fundin skipaði nevndin seg soleiðis, at Ulla Joensen heldur fram sum forkvinna í felagnum.
Á aðalfundinum stóðu Snæbjørn Jacobsen, Ólavur Ellefsen og Jan Ziskasen fyri vali. Eisini stóð Gudny Langgaard fyri vali sum tiltakslimur. Snæbjørn, Ólavur og Gudny tóku við afturvali. Síðani stillaði Kristian Davidsen eisini upp. Tey fýra blivu vald. Í nevndini sita eisini Ulla Joensen og Fróði Magnussen.
KT-felagið er vinnugreinafelag fyri allar KT og telefyritøkur. Felagið arbeiðir miðvíst fyri at betra yvirskipaðu karmarnar hjá KT-vinnuni og at fáa Føroyar í fremstu røð, tá ið tað snýr seg um KT. Felagið er bæði fyri tey, ið virka á føroyska marknaðinum, og tey, ið royna seg við útflutningi.
23 fyritøkur eru limir í KT-felagnum