Vegurin Sum

Vegurin sum arbeiðspláss

04. mars. 2024 | Tiltak

Skeiðið er ætlað teimum, sum arbeiða á vegunum

Vitan, sum er eftirútbúgvingargrunnurin hjá handverkarum, skipar fyri skeiðinum "Vegurin sum arbeiðspláss"

Komandi skeið verður hildið á Hotel Hafnia mánadagin 15. og týsdagin 16 apríl. Kostnaðurin er 3.995 krónur, men limir í Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag luttaka fyri 3.295 krónur.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost á industry@industry.fo og uppgeva fylgjandi upplýsingar um skeiðsluttakaran:

Navn

Føðingardag

Telefonnummar

Teldupost

Fyritøku

Er skeiðsluttakarin limur í Føroya Handverkarafelag ella Landsfelag Handverkaranna og í starvi hjá limi í Føroya Handverksmeistarafelag, hevur skeiðsluttakarin rætt til stuðul úr Eftirútbúgvingargrunninum Vitan.

Les meir um eftirútbúgvingargrunnin Vitan her

Annað á breddanum

  1. Kunningartiltak um verkfallið

    Í sambandi við at tey fýra arbeiðarafeløgini hava lýst verkfall, skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri kunningartiltaki fyri limum felagsins í dag

    13. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    Vinnuhusid 4
  2. Kunna um verkfallið í Varpinum í Klaksvík

    Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar kl. 10.00 í morgin, týsdagin, fyri kunningarfundi í Varpinum í Klaksvík um verkfallið.

    13. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    Vinnuhusid 4
  3. Kunningartiltak í Suðuroy um verkfallið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri kunningarfundi á Seglloftinum á Tvøroyri kl. 09.00 mikudagin um verkfallið.

    13. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    Vinnuhusid 4