Avmarkingar í tænastum okkara
Stuðul
Feløgini í Vinnuhúsinum fáa fitt av fyrispurningum um stuðul – lestrarstuðul, námsferðir og stuðul til ymisk tiltøk. Tí hava vit gjørt greiðar leiðreglur viðvíkjandi stuðli.
 
Alment kann sigast, at feløgini ikki veita stuðul av slíkum slag. Feløgini eru áhugafeløg, sum eru fíggjað við limagjaldi, og hesin peningur skal brúkast til rakstur og verkætlanir hjá feløgunum. Tað er upp til limirnar, hvørt teir vilja stuðla tiltøkum, verkætlanum ella fólki undir útbúgving.
 
Feløgini kunnu tó í heilt serligum førum, tá talan er um vinnumennandi verkætlanir, veita ávísan stuðul.
 
Reklamur og tílíkt tilfar
Vinnuhúsið sendir ikki reklamur og tílíkt tilfar út til limirnar í feløgunum.
 
Undir reklamur koma t.d. lýsingar av vøru frá ávísum veitara og lýsingar av tiltøkum, sum ávísur veitari skipar fyri.