Skipan og ábyrgd

 

Vinnuhúsið er felagsheitið fyri virksemið hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, limum tess og teimum vinnugreinafeløgum, sum eru knýtt at Vinnuhúsinum.


Føroya Arbeiðsgevarafelag rekur Vinnuhúsið, og nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur yvirskipaðu ábyrgdina av virkseminum í Vinnuhúsinum. Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sett stjóra at taka sær av dagliga rakstrinum.

 

Nevndirnar í vinnugreinafeløgunum hava ábyrgdina av virkseminum hjá vinnugreinafeløgunum og seta út í kortið tey mál, sum feløgini arbeiða við. Vinnugreinafeløgini hava avtalu við Føroya Arbeiðsgevarafelag um at hava skrivstovu í Vinnuhúsinum og hvørjar uppgávur starvsfólk hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag skulu loysa fyri tey.

 

Fyrispurningar til Føroya Arbeiðsgevarafelag og vinnugreinafeløgini skulu setast til starvsfólkið í Vinnuhúsinum.

Skipan av Vinnuhúsinum

 

Feløg í Vinnuhúsinum:

 

Arbeiðsgevarafeløg   Vinnugreinafeløg
Føroya Arbeiðsgevarafelag    Føroya Ráfiskakeyparafelag 
Føroya Handverksmeistarafelag    Havbúnaðarfelagið
Føroya Prentsmiðjufelag    KT-Felagið
Reiðarafelagið fyri Farmaskip      Samskifti
Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum   Ráðgevarafelagið
    Havnar Handverksmeistarafelag 
    Oljuvinnufelagið
    Handilsvinnufelagið
    Ferðavinnufelagið